Nevndin varð ultimo 2005 sett av Hans Paula Støm, landsstýrismanni, sum tá umsat javnstøðumál. Í 2006 var málsræðið flutt til undirritaða.
Í Demokratia eru 10 limir, mannað við umboðum úr politisku flokkunum, Javnstøðunevndini, Kvinnufelagssamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag og KSF.
Arbeiðssetningurin hjá nevndini er soljóðandi:
”Nevndin skal skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum, so talið á kvinnum á løgtingi og í kommunustýrum økist, og umboðanin samsvarar á leið við umboðanina í hinum Norðurlondunum.”
Í Føroyum eru ongar lógarásettar forðingar fyri javnstøðu. Kortini er ikki javnstøða millum kynini í politikki, í privatum, almennum størvum osfr. Henda støða er óivað hugburðstreytað.
Aðrastaðni verður dentur lagdur á, at meginumsitingin, kommunurnar og vinnan hava í huga javnstøðu í øllum viðurskiftum. Soleiðis eigur eisini at vera í Føroyum.
Tá Demokratia handar undirritaða frágreiðingina við hugskotum um, hvussu talið á kvinnum kann økjast á løgtingi og kommunustýrum, er fyrsti tátturin hjá nevndini lokin.
Í tí sambandi verða Demokratia og javnstøðunevndin kallað til fundar í Vinnumálaráðnum, har frágreiðing og niðurstøður verða viðgjørd.
Tá er eisini grundarlag at taka støðu til, um undirritaði skal heita á løgtingið um at lata Demokratia halda fram í t.d. eitt ár fyri at eftirmeta gongdina á løgtingavalinum komandi, at viðgera kommunuvalið o.s.fr. Higartil hevur Demokratia ikki heitt á undirritaða um, at nevdnin skal halda fram
Arbeiðið hjá Demokratia fer eisini at svara høvuðsspurninginum hjá ST í CEDAW-frágreiðingini, sum ljóðaði soleiðis: What temporary special measures, if any, are being contemplated in the Faroe Islands to increase the number of women in political and public life?
Tí verður í spenningi bíðað eftir frágreiðingini hjá Demokratia. Ein frágreiðing, sum óivað verður eitt kelduvað av uppskotum at taka støðu til og at fremja í verki.
Javnstøða er eisini eitt arbeiðsmarknaðarmál. Tí hevur undirritaði tikið stig til at manna eina kommissión, sum hevur sum endamál at lýsa týdningin av javnvágini millum privatlív/familjulív og arbeiðslív. Arbeiðið byrjar í næstum, og skal kommissiónin lata Vinnumálaráðnum frágreiðing og uppskot við ársenda 2008.
Samanumtikið fevna javnstøðuspurningarnir víða. Undirritaði leggur stóran dent á at tryggja, at javnstøða gerst ein sjálvsagdur partur í gerandisdegnum - politiskt, alment, privat og ikki minst á arbeiðsmarknaðinum.