Demokratia og Føroyar – uttan tað eina valdømið

John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag
--------

Beint undan seinasta løgtingsvali legði táverandi formannskapur eitt uppskot um nýggja valskipan fyri Føroya Løgting. Nýggja valskipanin var skrivað á eitt A4 ark – síðani varð talt til 17 atkvøður í løgtinginum – og so vóru Føroyar broyttar frá at vera fleiri valdømi – til eittans valdømi »Tað eina valdømi«
Eingin veit veruliga, hvat fór fram í tinginum hendan dagin. Tosað var við stórum yvirskriftum.
»Nú skuldi løgtingið føra landspolitikk!!!«
»Tað eina valdømi fór at fáa fleiri konufólk á ting!!!«
»Við tí eina valdøminum fór lokalpolitikkur at verða førdur í bý- og bygdarráðum!!«
Nú vit búgva í tí eina valdøminum – er tað mangur sum gongur við politiskum timburmonnum – tí tað var betur ógjørt.

Demokratia
Er eitt barn av valdømisskipanini – eitt barn, sum tey fæstu kanska vildu kennast við.
Men løgtingslimir – nú tosað vit um tíðina, áðrenn vit fingu tað eina valdømið – komu til ta niðurstøðu, at tíðin var komin til at styrkja javnstøðuna millum menn og kvinnur – eisini í politikki. Tí var peningur játtaður beinleiðis á fíggjarlógini til arbeið hjá Demokratia – og restin er politisk søga.
Eg tori ikki at nevna nøvn – men tað vóru nakrar sterkar og málrættaðar kvinnur, sum tóku við stýrisvølin í Demokratia og við væl tilrættarløgdum lýsingarherðferðum og fyrilestrum settu tær javnstøðu á fremstu politisku dagsskránna.
Ávirkanin av hesum arbeiðinum kendist beinan vegin aftur hjá okkum, sum virka innanfloks í føroyskum politikki.
Sjálvur eri eg formaður fyri Norðoya Sambandsfelag, og tá seinasta løgtingsval nærkaðist, var tað umráðandi fyri okkum – eins og onnur lokalfeløg - at javnstøða – ella so nær javnstøða – var á uppstillingarlistanum til løgtingsvalið. Endin var at Norðoya Sambandsfelag stillaði eins nógvar kvinnur og menn upp á listanum. Vit skóru listan úr átta niður á fýra valevni - tvær kvinnur og tveir menn.
Nú - vit eru bert nakrir lítlir fiskar í føroyska politiska havinum – men allir flokkar løgdu seg eftir at koma so nær javnstøðu sum gjørligt.
Tað gav at bíta, tá Sambandsflokkurin – sum einasti politiski flokkur – ikki hevði eina kvinnu og ein mann í sjónvarpsstovuni til valsendingarnar. Flokkurin hevði valt at seta tveir menn í sjónvarpsstovuna, og kritikkurin heglaði oman yvir flokkin.
Allir hinir flokkarnir syrgdu fyri at hava javnstøðu í stóru miðlunum.
Tað er tí eingin ivi í mínari verð, at tað er Demokratia fyri at takka, at vit fingu fleiri kvinnur valdar á ting, og tí er tað eitt sindur ørkimlandi fyri okkum sum arbeiða innfloks, at forkvinnan í Demokratia sigur, at kvinnuumboðanin er tætt tengd at tí eina valdøminum - ella at kvinnurnar verða við skerdan lut - velja vit valdømisskipanina, fram um fløkjustampin - tað eina valdømið.
Umroknað vit tølini frá seinasta løgtingsvali til tey gomlu valdømini, sum vóru sjey í tali – so høvdu tvær kvinnur færri komið á ting – men trýstið hevði tá óivað verið størri at fingið kvinnur út í landsstýrið.
Eingin veit at siga, hvussu kvinnuumboðanin verður í framtíðini - heldur ikki tey sum trúgva upp á tað eina valdømið – men hvussu verður og ikki so verður føroyskur politikkur ikki tann sami, sum hann var áðrenn Demokratia fór at virka.
Tað vóru framskygnir valdømisvaldir løgtingslimir, sum settu Demokratia á stovn – men nú tingið er mannað við børnum av tí eina valdøminum – hava ætlanir verið frammi um at strika stuðulin til virksemið hjá Demokratia – eftir mínari meting ein katastrofa!
Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini, átti tí heldur at hugt meira kritiskt eftir teimum røddum, sum hálovaðu tí eina valdøminum – um ikki fyri økismenning - so í minstalagi fyri Demokratia’sa skuld.