Demokratarnir ósamdir

Í demokratiska flokkinum í USA eru politikararnir so ósamdir um Irak-kríggið, og eygleiðarar eru farnir at spyrja, um demokratiski flokkurin yvirhøvur hevur nakað uppskot um, hvat USA skal gera.

Eitt nú sigur av teimum fremstu demokratisku politikarunum, Joseph Lieberman, at tað er eingin orsøk til at broyta Irak-politikkin hjá Bush-stjórnini. Harafturímóti er senatorurin og fyrrverandi Vietnam-hermaðurin John P. Murtha ein av teimum fremstu talsmonnunum fyri, at USA skal taka sínar hermenn úr Irak sum skjótast.

Politiskir eygleiðarar í Washington siga, at í veruleikanum er talan um eina innanhýsis uppgerð í demokratiska flokkinum. Mong spyrja, hvat Hillary Clinton, senatorur, sigur, men hon hevur verið rættiliga tigandi um ósemjuna. Kortini verður hildið, at hennara hugsan er á leið mitt ímillum hugsaninar hjá Liebenman og Murtha, og tað er kanska eisini tað skilabesta, tá hugsað verður um kongressvalið næsta ár, og at hon kanska fer at royna seg sum forsetaevni um trý ár, siga eygleiðararnir.