Demokratar vilja tryggja hjúnaband millum samkynd í 11. tíma

Demokratarnir standa til at missa meirilutan í øðrum kamarinum í Kongressini. Eindaspurtur skal tryggja LGBT+ rættindi.

Wisconsin-senatorurin Tammy Baldwin hevur leitt samráðingarnar um verju av rættindum til hjúnaband millum fólk av sama kyni. Hon er sjálv fyrsti persónur, sum er valdur í amerikonsku kongressini, sum alment hevur greitt frá, at hon er lesbisk. - Foto: Bill Clark/Ritzau Scanpix

Demokratiski meirilutin í amerikanska Senatinum fer at gera sær dælt av síðstu tíðini við trygd fyri meiriluta í báðum kømrunum í Kongressini til at tryggja rættin til hjúnaband millum tveir persónar av sama kyni. Tað skrivar blaðið The New York Times.

Lógaruppskotið skal ítøkiliga tryggja, at eingir persónar, sum liva í hjúnabandi við einum øðrum persóni av sama kyni, kann fáa noktað samveldis verju.

Allir demokratar í Senatinum atkvøddu í dag fyri uppskotinum. Tað sama gjørdu 12 republikanarar.

Harvið er lógaruppskotið eitt stig nærri at gerast veruleiki. Tað skal nú gjøgnum Umboðsmannatingið, áðrenn Joe Biden forseti skal undirskriva endaligu viðtøkuna.

Verður uppskotið framt, fer tað at virka sum ein løgfrøðiligur bakverji ímóti møguligum framtíðar avgerðum í hægstarætti.

Soleiðis verður tað kravt av samveldisstjórnin, at hon viðurkennir eitthvørt hjúnaband, sum var lógligt í tí statinum, har tað var stovnað.

Lógaruppskotið fer tó ikki at forða fyri, at statir kunnu bannað hjúnabandum millum persónar av sama kyni, um hægstirættur loyvir teimum tað.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Eftir eina umstrídda hægstarættaravgerð um rættin til abort – ella mangul upp á abort – í juni, er tað í USA stúran fyri, at rætturin til hjúnaband millum persónar av sama kyni eisini kunnu vera í vanda. Hesin rættur varð tryggjaður í hægstarætti í 2015.

Sambært The New York Times vísir atkvøðubýtið í dag, har 12 republikanarar atkvøddu fyri, eina merkisverda broyting. Republikararnir hava vanliga havt eina meira konservativa støðu, tá tað kemur til LGBT+ rættindi.

Demokratarnir endurvunnu í miðvalinum meirilutan í Senatinum.

Úrslitið frá hinum kamarinum í Kongressini, Umboðsmannatinginum, bíðar enn. Tað bendir tó á, at Republikanararnir vinna meirilutan har. 

Í løtuni hava Demokratarnir meirilutan í báðum kømrum.

/ritzau/

 

 

 

Wisconsin-senatorurin Tammy Baldwin hevur leitt samráðingarnar um verju av rættindum til hjúnaband millum fólk av sama kyni. Hon er sjálv fyrsti persónur, sum er valdur í amerikonsku kongressini, sum alment hevur greitt frá, at hon er lesbisk. - Foto: Bill Clark/Ritzau Scanpix