Fyritøkan Demich fæst við hita, vatn og sanitet. Soleiðis kann tað sigast í stuttum.
Men fyritøkan er eisini ein av góðu gomlu fyritøkunum, og hon hevur nærum 50 ár á baki.
Í mong ár var Demich í Havn, men fyri nøkrum árum síðani kom ein deild afturat suðuri í Vági. Og síðani tá er eisini ein deild komin í Saltangará, so Demich er nú at kalla um alt landið.
Grønar loysnir
Í stóran mun hava tað verið størri verkætlanir og skip, ið Demich hevur fingist við, men fyritøkan er nú eisini við á sonevnda privatmarknaðinum.
Og tað er heldur ongin trupulleiki, tí Demich hevur alt frá koparrørum til gosbað og størri ventilatiónsskipanir.
- Eisini hava vit ketlar, ið helst eru teir mest orkusparandi í landinum. Og eisini hava vit hitapumpur, og yvirhøvur royna vit at arbeiða við grønum loysnum, siga teir hjá Demich.
Umleið 50 fólk arbeiða hjá Demich.