Demensætlan løgd fram í kvøld

Á samkomu í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 19 verður ein demensætlan fyri alt landið løgd fram.

Ein bólkur av fakfólki á Psykiatriska deplinum, Landssjúkrahúsinum, Nærverkinum, Alzheimerfelagnum, Kommunulæknafelagnum, demenssamskiparar og konsulenttænastu hava gjørt ætlanina.

Tað verður Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum, sum handar landsstýrisfólkunum Anniku Olsen og Karsten Hansen álitið.

Í heilsupolitiskum høpi kann væntast, at vaksandi eldrabólkurin kemur at økja um talið av fólkum við kroniskum sjúkum. Hesin vaksandi bólkurin er ein avbjóðing, tí hann fer at krevja ein økjandi part av tilfeinginum í almannaverkinum og í heilsuverkinum.

Ábyrgdarbýtið millum primeru og sekunderu heilsutænastuna eigur at skipast betur, og tilboðini til fólk við demensi eiga at samskipast, so fólk við demensi og avvarðandi teirra altíð eru greið yvir, hvar tey skulu venda sær. Í dag er eingin fyriskipan, ið tryggjar eins skipan í mun til útgreinan, viðgerð, uppfylgjan og røkt, sum kann viðvirka til somu høgu góðsku um alt landið.