Delta byggir nýtt

Delta Seafood á Tvøroyri fekk herfyri byggiloyvi og fer í næstum undir at byggja nýggjan bygngin á havnalagnum á Tvøroyri.

 

Delta Seafood á Tvøroyri fekk herfyri byggiloyvi og fer í næstum undir at byggja nýggjan bygngin á havnalagnum á Tvøroyri.

 

Magnus Jespersen, stjóri á Delta Seafood sigur, at talan er um at byggja eina nýggja landingarmiðstøð nærindis virkinum hjá Delta Seafood.

- Vit hava gjørt eina avtalu við Varðan Pelagic, um at teir keypa gomlu landingarmiðstøðina frá okkum, og vit byggja eina nýggja her á okkara øki, sigur hann.

 

Hóast botnfiskastovnurin ikki er serliga væl fyri í løtuni, so  er hetta ein neyðug íløgu.

- Vil man taka ímóti og virka fisk her í Føroyum, so er neyðugt við eini landingarmiðstøð. Samstundis er hetta eitt kærkomi høvi hjá okkum at samla virksemi á einum stað, sigur Magnus Jespersen.

 

Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic á Tvøroyri sigur, at teir leingi hava roynt at fingi fatur á landingarmiðstøðini hjá Delta.

- Bygningurin liggur jú á tí økinum, sum vit annars hava okkara virksemi á, og er tí ein góður bygningur hjá okkum at hava, sigur Bogi Jacobsen, sum váttar, at ein keypsavtala er um at koma upp á pláss.

 

- Í fyrsta umgangi fara vit at nýta bygningin sum goymslu. Delta Seafood verður eisini verandi í bygninginum, inntil teirra nýggi bygningur er komin upp á pláss. Seinni verður kanska talan um at nýta bygningin til meirvirking av uppsjóvarfiski, sigur Bogi Jacobsen.

 

- Á hendan hátt fáa vit samla virksemi á einum øki, botnfiskin øðrumegin og tað uppsjóvarfiskin hinumegin. Harumframt fær Delta eina nýggja landingarmiðstøð, meðan vit fáa ein goymslubygning afturat, so hetta hóvar øllum pørtum væl, sigur Bogi Jacobsen.