Delfinir á Skálafirði

Í skýmingini leygarkvøldið 19. mai vóru tvær delfinir á vitjan á Toftum. Heri Hansen varnaðist og avmyndaði tær inni við kaiina, har tær svumu og lupu sjóleysir í vesturskininum.

Tað sigur Náttúrugripasavnið.

Delfinirnar amaðust mest upp at línubátinum Vesturhavið, ið lá við kai. Og tað var kanska ikki so løgið, tí søgan um delfinirnar byrjar góða viku frammanundan, tá Vesturhavið er til fiskiskap vestur av Munkagrunninum.

Triðja dagin koma delfinirnar til skipið og amast tær tætt at skipinum restina av túrinum, eisini tá flutt verður nýggjar leiðir. Og tá kósin verur sett móti landi, fylgja delfinirnar aftaná, og enda sostatt á Toftum, eftir stuttan steðg á Havnini. Morgunin eftir vóru delfinirnar ikki at síggja.

Hetta er fjórðu ferð at delfin (Delphinus delphis) er skrásett í Føroyum. Fyrstu ferð var í 1928, tá ein delfin var fangað á vágni í Sørvági. Og í 1935 var ein delfin fingin í Miðvági. Seinast delfin vitjaði var í 1985, tá ein delfin svam seg fasta á støðni á Velbastað.

Delfinir er lítið fimligt springara slag, ið kann blíva upp í 2,7m, hannarnir nakað størri enn honirnar. Tær halda til mest í heitari sjógvi sunnan fyri 50 stig, og vanliga úti á opnum havi, har sjóvarhitin er 10-28 stig.

Tær liva í slektaðum bólkum á 10-50, men vaksnir hannar ferðast kortini millum bólkar. Stundum samlast tær í størri bólkum á fleiri túsund delfinir. Í Danmark er delfin vorðin meira vanlig tey seinastu árini, og tykist tað at hanga saman við einum tíðarskeiði við heitari sjógvi, boðar Náttúrugripasavnið frá.