Delfin rak á land

Í gjár funnu fólk eina deyða delfin á Lomse-sandinum við Farsund í Noregi. Onnur síðan á delfinini var skorin upp, og á náttúrugripasavninum í Agder halda tey, at eitt skip hevur fingið delfinina í gørn ella trol, og at menn hava brúkt síðuna til agn og síðani tveitt hitt í havið. Delfinin, sum rak á land, er ein sokallað strípudelfin, sum er rættiliga sjáldsom á okkara leiðum. Á náttúrugripasavninum í Agder halda tey, at neyvan meiri enn tíggju aðrar eru funnar í Noregi fyrr. Starvsfólk á savninum í Agder hava skorið kúluna av delfinini, tí hon skal goymast á savninum, skrivar NTB.