Dekorativ framsýning

Mikukvøldið 16. mai luttóku næmingarnir á Føroya Handilsskúla á Kambsdali og í Havn á eini sera forvitnisligari framsýning í matarsalinum á Handilsskúlanum við Marknagilsvegin

 

Matarsalurin á Handilsskúlanum við Marknagilsvegin var mikukvøldið 16. mai karmur um eina forvitnisliga framsýning hjá næmingum á handilsskúlanum í Havn og í Kambsdali.

 

”Hetta er ein afturvendandi framsýning, mest ætlað næmingum, lærarum, handilsfólkum og avvarðandi hjá næmingum”, sigur Sofía Norðberg, lærari. Høvi varð at heilsa upp á listaligu snidlingarnar, fáa ein drekkamunn og eitt hugnaligt prát.

 

Talan er um næmingar, sum hava vælt leirugreinina ”dekoratión”, sum sýndu fram ymiskt. Nøkur høvdu gjørt ein málning, samansettur av øllum teimum litum, sum passa saman. Litlæra er ein partur an lærutilfarinum.

 

Aðrir næmingar høvdu gjørt modellir av ymiskum, so sum handlum, hárfríðkannarstovum, bilasølum, vanligum stovum o.s.fr. Alt sera kreativt og væl úr hondum greitt og sett saman á ein vakran hátt.