Dekningsleysi tjekkurin

Jógvan Arge, fíggjarnevndarlimur fyri Tjóðveldi
------
Fólkaflokkurin hevur givið út ein dekningsleysan tjekk. Við hesum virðisleysa pappíri í hondini hevur flokkurin nú boðið borgarstjóranum til samstarv um fíggjarætlanina.

Løgin og óbúgvin framferð.

Samstundis, sum hann hartar borgarstjóran fyri ikki at taka undir við barnatjekkinum hjá fólkaflokkinum, býður hann honum til samstarv um fíggjarætlanina við sama tjekki sum treyt.

Tað er púra greitt ein ásannan av, at fólkaflokstjekkurin er dekningsleysur og lyftið floksins tómt.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi sita við fíggjarætlanini, sum skal leggjast fram í býráðnum seinni í mánaðinum. Partur av hesi viðgerð er ásetan av skattinum.

Orðaskiftið snýr seg um tað skattaprosentið, sum varð lagt á til at gjalda Boðanesheimið.

Hvussu barnið fer at eita, fáa vit at síggja, men fullur dekningur verður fyri tí, sum verður gjørt.