Dekkskift og opið hús hjá Reyni Service

- Vit skifta dekk á øllum bilmerkjum, og øll eru vælkomin, siga tey á Reyni Service.

 

Leygardagin 4. mai verður opið hús hjá Reyni Service í Hoyvík og í Klaksvík, har høvi verður hjá fólki at skifta til summardekk.

 

Opið verður frá klokkan 09–15, og ikki neyðugt at bíleggja tíð. Verkstaðurin er væl mannaður, so tað gongur skjótt fyri seg at skifta dekkini. 

 

Kaffi og køkur eru til kundarnar, meðan bíðað verður eftir bilinum.

 

- Vit hava stóra goymslu av summardekkum í flest øllum støddum. Eisini bjóða vit dekkhotell til tey, sum ynskja tað.

 

Hjá Reyni Service verður sagt, at tey skifta dekk á øllum bilmerkjum, og øll eru vælkomin.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##