Carlton-málið
Í gjárkvøldið bar útvarpið hjá Kringvarpinum tey tíðindi, at Hanus Hansen, reiðari hjá umstrídda pelagiska skipinum Carlton, ætlar sær á fund við Altjóða Flutningsfelagsskapin, ITF.
Hanus er í hesum døgum í London í páskafrí og hevur boðið sær at hava fund við ITF um Carlton-málið.
Sambært útvarpinum hevur ITF sett sær fyri at royna at loysa trætuna millum Føroya Fiskimannafelag og reiðaríið hjá Carlton.
Reiðarin sigur seg vera bjartskygdan og ynskir eina loysn í málinum.
Sambært útvarpinum sigur stjórin fyri sjóvinnuvirkseminum hjá ITF, Fabrizio Barcelona, at felagið helst ikki vil seta altjóða bann móti Carlton, og í viðmerking sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, at altjóða bann helst ikki er besta loysnin. Í aðrar mótir hóttir Jan við at siga limaskapin hjá FF í ITF upp, um altjóða bann vísir seg at vera einasti møguleikin til loysn av málinum, og felagsskapurin kortini ikki vil seta hetta í verk.
Meira sannførdir
Teir fimm dekkararnir, sum framvegis ganga heima og bíða eftir eini loysn, hava einki hoyrt frá reiðarínum seinastu 2-3 vikurnar.
- Vit vita einki meira enn tað, sum fjølmiðlarnir siga okkum.
Sambært dekkarunum er støðan nú meira fastløst enn nakrantíð – ikki minst eftir, at reiðarin hevur dittað sær at taka málið upp við ITF.
- Vit eru nú meira sannførdir enn nakrantíð um, at vit hava sáttmálan og rættin á okkara síðu og øll, vit møta á gøtuni – heilt frá tí lægsta til hin hægsta - heita dagliga á okkum um at standa fast við, at sáttmálin verður hildin. Hvørki meira ella minni.
Men eru tit, sum manning í hesi truplu støðu, ikki
sinnaðir til at finna eina millumloysn?
- Jú, tað hava vit verið, og tað er júst hetta, vit hava lagt upp til nú í meira enn eitt heilt ár. Vit hava sagt okkum vilja slaka í prosentum, um hetta geldir alla manningina, eisini yvirmenninar. Men tað einasta, sum er hent í hesi tíðini, er, at yvirmenninir hava fingið ein uppaftur størri part av “køkuni”. Tað eru ikki bara prosentini, ið telja, men so sanniliga eisini partarnir. Vit kundu saktans farið niður í býtisprosentinum, um vit eins og yvirmenninir fingu meira enn tann eina partin. Men tað fáa vit ikki. Úrslitið er, at meðan yvirmenninir nú fáa ein størri part av hýruni, enn teir fingu áður, hava vit við lækkingini úr 27% niður í 23,24% fingið ein minni part.
Vorðnir treiskari
Dekkarar, sum Sosialurin hevur tosað við í morgun, halda, at soleiðis sum reiðarin hevur viðfarið málið – ikki minst í seinastuni - er eingin orsøk til at slaka í býtisprosentinum, sum er í sáttmálanum.
- Men tað er ikki bara sáttmálin um býtisprosent, sum ikki verður hildin av reiðaranum. Vit hava verið seks túrar higartil í ár, men enn eru vit framvegis bara avroknaðir fyri tveir av hesum, og vit hava bíðað eftir øðrum avrokningum longri, enn sáttmálin loyvir.
Sum skilst á monnum, er teir vorðnir treiskari, sum seinastu dagarnir eru gingnir.
- Vit, sum eru í landi, standa saman, og saman við okkum stendur Føroya Fiskimannafelag. Vit eru ikki boygnaðir í knøunum, sum dagarnir eru gingnir, men heldur eru knøini vorðin stívari, siga teir í morgun.










