Dejan tekur brotskøstini

Hesaferð gjørdist talan um tap hjá Vestmenningum, men enn einaferð prógvaði Dejan Lacok, at tað ikki bara er sum at siga tað, tá brotskøst móti VÍF eru á skránni.
Sunnudagin megnaði hann fimm ferðir á rað at forða Kyndli í at skora úr sjey metrum, og tó at hetta er óvanligt hjá teimum flestu, so er tað ikki so hjá stóra VÍF-málverjanum.
Higartil í ár hava mótstøðuliðini skotið 29 brotskøst móti VÍF. Av hesum eru bara sjey farin í meskarnar. Eitt bjargingarprosent upp á knappliga 76%, og tað er einki minni enn imponerandi.