Deja Vu komu aftur

Deja Vu verður eisini millum bólkarnar, sum fær møguleika at vísa fyri føroyskum og útlendskum áhoyrarum alt tað teir duga. Og tann 23. apríl kemur fløgan hjá DejaVu út. Hetta er sama dag, sum Atlantic Music Event er í Norðurlandahúsinum

Deja Vu vunnu sær ikki sess í semifinaluni, og gjørdi hetta kanska ein part av lurtarum og/ella fjepparum bilsin. Men sum navnið so rámandi ber boð um, so koma teir nú sterkt aftur í aftur.
                      Limirnir sleppa at vísa á palli fyri føroyingum og útlendingum, hvat teir hava  at bjóða. Og so leggja teir eisini sama dag, tann 23. apríl, nýggju fløgu sína fram. Ein fløga, sum er millum tær dýraru í føroyskari fløgusøgu, hvat framleiðslu viðvíkur.
                      Deja Vu spælir flottan tónleik. Tónleik, sum í støðum kanska kann sigast at hava symfonisk drøg. Í øllum førum skal ein næstan seta seg væl tilrættis og hava alt hjá sær, ið ein heldur seg hava brúk fyri, innan ein setir seg at lurta. Tónleikurin er ofta stillur, tykist venda inneftir, skapar hugalig hugløg, vakurt, stilt, kanska mediterandi, um ein er til slíkt.
                      Og um lesarin ikki heilt er samdur í hesi ? kanska fátæksligu ? lýsing av tónleikinum, so er óivað breið semja um, at tað í øllum førum er ringt at vakna og gera morgunfimleik aftur við Deja Vu. Og tað hevur sjálvandi heldur ongantíð verið meingingin.
                      Her er heldur talan um flottan og vælspældan tónleik. Og Deja Vu hevur tíbetur verið í upptøkuhølunum og eisini fingið kønar hendur at hjálpa sær tøkniliga.
 
Fløgan
Tann 23. apríl kemur fløgan hjá DejaVu út. Deja Vu eru í Norðurlandahúsinum við einum sølubási, umframt at fara á pall. Fløgan er ein sera stór, flott og dýr ætlan, sum hevur verið longi ávegis.
                      -13 løg eru á fløguni og ein bóklingur er við, ið telur heilar 156 síður. Í bóklinginum eru m.a myndirnar, sum limirnir í Deja Vu eisini hava havt á framsýning. Alt, t.v.s. tekstir, myndir og tónleikur, er býtt í kapitlar, so talan er um eina heildaruppliving, sigur Flóvin E. Viderø úr Deja Vu.
Og tað sum hevur verið at hoyra av fløguni ber boð um, at hetta av sonnum er eitt verk, sum er vert at leggja oyru til, tí góðskan á spæli og ljóði er sera høg. Deja Vu hava gjørt sær ómak og eisini brúkt nógvan pening, nakað meira enn 300.000 krónur.                      Niclas Johannesen og Jón McBirnie hava framleitt og Óli Poulsen hevur blandað ljóð og hesi nøvn borga eisini fyri góðsku. Og góðska er tað eftir øllum at døma, sum Deja Vu leggur fram tann 23. apríl.