Tvær ferðir í ár hevur AB tapt 1-2 ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali, og í báðum dystum hevur AB tapt dystin við 11 monnum ímóti 10 monnum hjá B36, og tí kendist tapið hjá 1-2 tapið hjá AB ímóti B36 í Gundadali í dag, sum eitt slag av "Deja Vu" fyri málverjan hjá AB, Heðin Stenberg.
AB-málverjin heldur, at teir spældu ein góðan fyrra hálvleik, men teir fingu als ikki nóg nógv burturúr, tá teir aftur vóru ein maður í yvirtali í seinna hálvleiki ímóti B36 í Gundadali.
AB hevur átta stig upp til bjargingina, men teir á Argjum hava ikki mist vónina enn. Komandi sunnudag verður tó alt avgerandi fyri AB at vinna, tí tá spæla teir ímóti TB í Trongisvági. Skal AB hála inn á TB er neyðugt at vinna tann dystin, og slær Heðin Stenberg fast, at teir fara at gera alt hvat teir kunnu fyri at vinna henda týdningarmikla dystin.










