Deiligt at spæla

Gunnar Nielsen fegnast um, at hann nú í tveir mánaðir hevur spælt nógv – og spælt nógv á graslíki

 

 

Gunnar Nielsen skifti í vár til íslendsku meistararnar í Stjarnan. Har er málið at endurvinna meistaraheitið, men hóast úrslitini ikki hava verið heilt eftir vild seinastu báðar dystirnar, so trívist Gunnar væl. Og ikki minst er hann fegin um, at hann nú hevur fast pláss millum stólparnar.

 

Um dystin móti grikkum leygardagin sigur Gunnar, at tað hevur nógv at siga fyri spælararnar, at teir njóta góðu upplivingina, sum tað verðr, nú talan er um fullsettan leikvøll.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum Gunnar segði við Trónd Arge eftir venjingina í dag.