Hvar og hvussu verður gamlaárskvøld hildið?
- Eg og familian gera ymiskt frá ári til ár. Hesaferð halda vit gamlaárskvøld heima hjá okkum, har okkara synir, sum annars búgva í Keypmannahavn, eru heima í Føroyum. Svigarinnan og synirnir verða saman við okkum um at hátíðarhalda kvøldið. Dreingirnir eru javngamlir, so hetta verður eitt hugnaligt kvøld saman.
Beiggi Margret Mortensen, Jan Mortensen, verður ikki við í ár, tí hann er á Gran Kanaria nú um nýggjárið.
- Vit fara at eta feskt tjógv, tí nú eru dreingirnir kanska eitt sindur troyttir av røstum, og tað verður svigarinnan, sum kemur við desertini, sum vit vænta verður eitt yvirraskilsi, sigur hon og leggur aftrat, at tað verða synirnir, sum fara at gera ein serligan forrætt við rækjum, og hetta er ein rættur hjá beiggja hennara.
Hvat gekk væl, og hvat gekk minni væl í 2019?
- Vit búðu uttanlands í nøkur ár og fluttu heim aftur til Føroyar fyrst í 2019, og eg má siga, at tað hevur verið deiligt at flyta inn aftur í heimið mitt í býnum. Tað er deiligt at merkja seg vælkomnan heim. Tað er altíð gott at vera úti í verð, tí tá merkist tað enn betur, hvussu gott tað er at koma heimaftur.
Margret Mortensen heldur, at sum árini ganga, lærir tú at síggja virðið í at hava eitt heimland, har tú møtur kenningum, tá tú er úti og keypir mat.
- Hetta er ein góð og heimlig kensla, leggur hon aftrat.
Hon heldur, at tað, at pápi hennara kundi koma til Havnar og búgva hjá teimum í nakrar dagar, 89 ára gamal - og fáa skurðviðgjørt eyguni fyri ster - tað var ein stór gáva. Hann kvikkaðist so væl upp, nú hann eisini sær betri.
- At fáa ein ommuson í mai 2018 var ein stór og serlig gáva. Lítli Janus er mítt næsta ommubarn, og tað er nakað serligt at fáa hesi vælsignaðu ommubørn, ásannar Margret Mortensen.
Hon heldur tað eisini vera eina stóra gávu at kunna arbeiða sum psykoterapeutur og parterapeutur og so eisini kunna vera aðru hvørja viku á onkologiska ambulatoriinum, har hon hevur verið síðan 1994.
- At gera eitt gott arbeiði saman vð mínum dugnaligu starvsfeløgum er sera gevandi, sigur Margret Mortensen.
Hvørjar eru tínar vónir og ætlanir fyri 2020?
- Vónirnar eru, at heilsan er góð, og at eg kann gera ein mun í lívinum hjá mínum kæru og hjá teimum, eg havi við at gera.
Hon vísir á, at tá tey vóru í feriu á Tenerifa rendi ein bilur inn í bilin hjá teimum, sum stóð stillur fyri reyðum ljósi. Tá nakrir dagar vóru farnir, fekk hon ilt í vinstra arm og niður í hondina. Hetta darvar henni, men hon vónar, at hetta fer at batna skjótt.
- Eg vóni at fáa nógva tíð saman við børnunum og ommubørnunum. Tey búgva øll í Keypmannahavn enn, so gott er, at sambandið er so gott nú.
Margret Mortensen vísir á, at tey eru í holt við at seta ein kolonihava í stand í Keypmannahavn, og hann verður klárur at flyta inn í á páskum. Hon vónar at fáa nógvar góðar løtur her saman við sínum kæru.
- Eg gleði meg eisini at halda mín 60 ára føðingardag í januar saman við vinum og familju. Haldi, tað er vert at hátíðarhalda, at eg eri nádd her til í lívinum, og eg haldi eisini, at eg havi sera nógv at gleðast um, sigur hon.
Umhugsar tú eitt nýggjárslyfti?
- Nýggjárslyfti røkka ofta ikki serliga langt. Eg haldi, at tað er meiri umráðandi at halda eina kós í lívinum, og eg havi altíð sett mær mál at arbeiða fram ímóti. Í 2020 geri eg síðsta part av míni serútbúgving sum kenslufokuseraður parterapeutur lidna.
Tað verður í mars, og tá verður Margret Mortensen fyrsti kenslufokuseraði parterapeuturin í Føroyum.
- Eg havi altíð runnið, men tað seinastu árið hevur kalendarin verið ov fullur. Í 2020 vil eg byggja renni-og gongutúrar inn í mín gerandisdag, sigur hon.
##med2##