Tá var ikki fyrr enn í evstu løtu, at Hallur Hansson fekk boð um at hann skuldi við hópinum til Skovbakken. Upprunaliga var hann ikki úttikin til hópin, men ein skaði gjørdi, at tað bleiv pláss fyri føroyska landsliðsmiðvallaranum.
Tá ein hálvur tími var eftir av steypadystinum varð Hallur Hansson so skiftur inn.
– Tað var deiligt at fáa debut. Tað hevur allatíð verið eitt mál hjá mær at fáa debut, men eg hevði ikki rokna við at tað fór at ganga so skjótt, sigur Hallur Hansson.
Illa nokk lendur í Alborg
Hallur Hansson kom ikki til Alborg fyrr enn nakað eftir landsdystin í Týsklandi. Fyrst skuldi hann líka heim til Føroyar at venda, áðrenn leiðin gekk til Alborg. Hallur náddi bara at vera í Alborg í tveir dagar og venja eina ferð undan dystinum.
– Tað gekk opinbart so mikið væl til venjingini at tá ein spælari bleiv skaddur, so valdi venjarin at taka meg við ístaðin, greiður Hallur Hansson frá.
Í Skovbakken vónaði Rói Danielsen, at triðju deildarliðið hjá honum kundi standa fyri stóra steypakvøkkinum, men ásannaði at tað vór ótrúliga torført móti einum formsterkum AaB liðið. Favorittarnir úr Alborg vunnu eisini dystin 3-0. Rói Danielsen spældi allan dystin í miðverjuni, meðan Hallur Hansson kom inn fyri AaB, tá ein hálvur tími manglaði av dystinum.
– Tað gekk faktist nokk so gott tá eg kom inn. Eg var eitt sindur nervøsur tá eg rann inn á vøllin, men tá man hevdi havt tað fyrstu avleveringina so koyrdi tað bara. Millum annað spældi eg ein áloypara púra frían, men tíverri brendi hann, sigur Hallur Hansson.
Ikk lætt at byrja frá null
Hallur Hansson letur væl at fyrstu døgunum í nýggja felagnum, men ásannar at tað ikki er lætt at koma til eitt nýtt felag.
– Nú havi eg ikki verið her serliga leingi, men bæði spælarar, venjarar og fólk rundan um hava tikið væl ímóti mær. Sjálvandi er tað altíð ringt at byrja frá null, í einum nýggjum umhvørvið har eingin kennir teg og tú kennir ongan Tað er at vera opin fyri øllum og arbeiða hart og málrætta, so skal alt nokk ganga, sigur Hallur Hansson at enda.