Deildirnar verða víðkaðar

Hondbóltsfeløgini eru samd um at víðka bestu Sunset- og Atlantic Airways-deildina, og arbeiðsbólkur skal gera upplegg til, hvussu tað skal gerast

Komandi kappingarár verður Sunset-kappingin víðkað til átta lið, tí bæði Kyndil og Søljan flyta upp, og Atlantic Airways-kappingin verður víðkað til sjey lið, tí Team Klaksvík flytur upp. Sostatt verður eingin niðurflyting eftir hondbóltskappingina í vetur.
Hetta var ein av niðurstøðunum, tá 28 fólk frá 11 hondbóltsfeløgum leygarmorgunin hittust á hálvumfjórða tíma drúgvum limafundi í Havn. Nógv var longu fyrireikað frammanundan, so sleppast kundi undan, at fundurin í alt ov stóran mun fór niður í smálutir, men heldur viðgjørdi heildina.
Feløgini samdust um at seta ein arbeiðsbólk at koma við einum endaligum uppskoti um, hvussu farast skal fram, og í hesum bólki sita Ingi Olsen, Jógvan Martin Mørk, Justinus Justinussen, Hallur Danielsen, Jens Sivar Djurhuus og Anna Rein, sum er skrivari.
Arbeiðsbólkurin fer á fund í morgin, og ætlanin er at arbeiða skjótt, so viðurskiftini viðvíkjandi fremstu kvinnu- og mansdeildunum eru greið, áðrenn kappingin í vetur endar.