Á Landssjukrahúsinum eru starvsfólkini von við, at deildir um summarið og um høgtiðirnr skiftast um at lata aftur. Men sjálvt um ongum teirra dámar hetta, hava tey kortini meira ella minni góðkent tað.
Nú komu so boðini um, at medisinska deildin B6 ikki letur upp aftur í ár, og tað halda starvsfólkini vera ovboðið.
Tvær stovur á B6 er tó framvegis tøkar. Hesar stovur eru til sjúklingar, sum ikki skulu hava viðgerð, men bara fáa linnandi røkt ta tíðina, tey hava eftir, og tey avvarðandi kunnu vera um tey. Ikki altíð eru slíkir sjúklingar á Landssjúkrahúsinum.
Aftur fyri er ógvuliga rokaligt á B7.
- Alt summarið hava millum tríggir og fimm sjúklingar ligið á gongini, og tað er avgjørt ikki rætt etiskt fyri hesi fólk, sum krevja røkt, sjálvt um skermur er uttan um songina, sigur Jóna Sigmundardóttir, leiðari á B7.
Tað setur eisini starvsfólkini í ringa støðu at skula velja út millum sjúklingrnar, hvør skal liggja á gongini. Sjúklingurin er misnøgdur, og tey avvarðandi eisini, og tað skilir Jóna Sigmundardóttir væl.
Nógv á gongini
Deildin hevur ikki longur nakra einastovu, og tað hevur við sær, at er ein sjúklingur vánaligur, má viðkomandi vera einsamallur inni á eini trímansstovu. Hinir báðir sjúklingarnir mugu flytast út.
Í morgun lógu tríggir sjúklingar á gongini handan skermar. Tað hava verið upp í sjey sjúklingar, sum einki seingjarpláss var til, og nøkur hava onkuntíð bíðað á uppihaldsstovuni, til aðrir sjúklingar vórðu fluttir ella útskrivaðir.
Ein sjúklingur í morgun hevði eitt andartól, sum kravdi streym, og leidningurin gekk inn á skrivstovuna hjá deildarleiðaran, sum tí mátti standa opin.
Nógvar samtalur
Tað er í so nógv at siga, at deildarleiðarin hevur skrivstovu. Hon situr inni í einum rúmi, sum áður var kanningarrúm, og sum nú umframt skrivstovu verður brúkt til samtalur.
- Her eru nógvar persónligar samrøður, og tá ið tær eru, fari eg sjálvandi út, sigur Jóna Sigmundardóttir.
Persónligu samrøðurnar eru so nógvar, tí á deildini liggja nú nógvir sjúklingar, sum hava álvarsligar sjúkur. Hetta eru sjúklingar, sum hava krabbamein, blóðsjúkur, lungnasjúkur, gikt, nýrasjúkur, apopleksi, diabetes, maga-tamsjúkur og sklerosu.
B7 hevur bara fimtan seingjarpláss. Av teimum eru átta sett av til sjúklingar við apopleksi.
- Tað eru fólk, sum hava frið fyri neyðini, men friður er ikki júst tað, sum eyðkennir hesa deildina.
Í løtuni liggja á deildini tvey fólk, sum áttu at verið útskrivað, men einki røktarpláss til teirra. Ofta hava væl fleiri fólk í hesi støðu ligið á medisinsku deildunum.
- Vit hava havt upp í tíggju av teimum, og hesi verða ofta løgd á gongina, sigur Jóna Sigmundardóttir.
Alt akutt
B7 er ein medisinsk deild, og mesti parturin av sjúklingunum hevur havt onkran akuttan tilburð. Nú allar planlagdar viðgerðir eru spardar burtur, eru allir sjúklingarnir akuttir.
- Fólk gevast ikki við at gerast sjúk, fyri ta um spart verður. Vit kunnu tí ikki verja okkum ímóti at fáa fleiri sjúklingrar inn, tí ikki ber til at nokta at taka ímóti sjúkum fólkum.
Jóna Sigmundardóttir hugsar seg um eina løta, áðrenn hon svarar upp á spurningin, hvussu hon lýsir støðuna á deildini.
Undantaksstøða
- Hetta er at lasarett, her er undantaksstøða. Tað er ógvuliga stressandi fyri starvsfólkini, men sjúklingurin er taparin. Sjúklingurin er prísgivin, og umstøðurnar eru so óvirðiligar, og tað kann ikki bjóðast sjúklingum.
Úti á gongini skotra starvsfólkini seg millum sengur og ymsa útgerð. Ein deild sum henda noyðist at hava gongustativ, lyftitól og annað tøk, men einki skáp ella rúm er at goyma tey í.
- Hetta kann gerast óforsvarligt. Starvsfólkini arbeiða undir trýsti, og umstøðurnar eru so ringar, at skjótt er at missa yvirblikkið. Tá kunnu skjótt gerast mistøk, sum í ringasta føri hava katastrofalar avleiðingar, sigur Jóna Sigmundardóttir.
Hon heldur, at tað átti at borið til at flutt onkur øki til hini bæði sjúkrahusini, eitt nú langtíðarviðgerðir.
- Annars haldi eg, at politiska valdið als ikki lurtar eftir ella setir seg inn í, hvat tað kostar at viðgera og røkta fólk. Útviklingurin gongur við fullari ferð, og tað ber ikki til ikki at fylgja við, sigur Jóna Sigmundardóttir, sum sær fyri sær, at støðan á B8 skjott verður líka ring sum á B7, tí tann deildin verður noydd at taka ímóti sjúklingum, sum rúm ikki er fyri á B7.