Eyðbjørn Poulsen, deildarstjóri á miðnámsdeildini í Mentamálaráðnum, hevur sagt upp eftir góð fýra ár í starvinum. Stjórar skulu hava nøkur evstamørk, heldur hann. Eyðbjørn Poulsen hevur sagt seg úr starvi eftir góð fýra ár í Mentamálaráðnum. Hann sigur, at uppsøgnin ikki skal síggjast sum ónøgd við arbeiðslagið í ráðnum, tí sjálvt um arbeiðið hevur verið strævið, so hevur honum dámt væl.
- Tá eg fekk bjóðað starvið, segði eg, at eg setti fimm ár av til tað, og at tá fýra ár vóru farin, ætlaði eg at byrja at leita eftir onkrum nýggjum. Nú eru góð fýra ár farin, og eg havi fingið ein møguleika í privata arbeiðslívinum, sum eg ikki kann siga nei til. Tí fari eg nú, greiðir Eyðbjørn Poulsen frá.
Hann heldur tað hevur týdning, at stjórar seta sær evstamørk, soleiðis at teir fáa tað frá hondini, sum teir ætla. Tí heldur hann tað eisini vera eitt framstig, at stjórarnir á nýggju skúladeplunum, skulu verða áramálssettir.
Í løtuni eru rektarnir og skúlastjórarnir ikki áramálssettir. Men álitið um nýtt føroyskt miðnám leggur upp til, at depilsstjórarnir verða settir fyri fimm ár í senn