Tónleikabólkurin Deiggj eru boðin at spæla tríggjar konsertir í samband við tónleikatiltakið í Finnlandi undir heitinum ?Easy livin´in Salo? Fyrsta konsertin verður longu hóskvøldið 20. august í spælistaðnum Rockin Hood í býnum Salo, sum liggur millum Helsinki og Åbo.
Fríggjadagin 20 august skulu limirnir í Deiggj á sangskrivaraskeið hjá legendariska sangskrivaranum Ken Hensley, sum hevur skrivað meginpartin av stóru hittinum hjá tónleikabólkinum Uriah Heep. Deiggj spæla eisini leygarkvøldið 21. august og sunnukvøldið 22 august .
?Easy lvin in Salo? er eitt sokallað Uriah Heep fjeppara vikuskiftið har Uriah Heep fjepparar úr øllum heiminum hittast fyri at hugna við góðum Uriah Heep tónleiki. Eisini eru fleiri av gomlu uppruna liminum í Uriah Heep við til hesi tiltøk. Í Salo verða millum annað John Lawton, Ken Hensley, Lee Kerslake og Paul Newton, sum allir hava spælt í Uriah Heep í teimum góðu árunum. Umframt Deiggj eru fleiri finskir bólkar við og ein úr Týsklandi.
Hetta er ikki fyrstu ferð at Deiggj luttaka í einum sovorðnum Heep vikuskiftið. Í september í fjør luttóku Deiggj í Heepvention í Granada í Spanien. Deiggj eisini spældu saman við gamla sangarinum John Lawton á Jóansøkufestivalinum 2007.
Seinastu tvey árini hava Deiggj valt at ?dyrkað? tann klassiska rockin hjá Uriah Heep. Ætlanin er at gera Uriah Heep kvøld í Føroyum, tá ið deiggjarnir koma aftur úr Finnlandi.
Manningin í Deiggj er stórt sæð tann sama sum hon hevur verið seinastu árini , men Deiggj hava fingið ein nýggjan trummusláara fyri Herluf Hermansen sum andaðist fyrr í ár. Nýggi trummusláarin er Rani H.Christiansen.










