Tíðliga í morgun skramblaði ein brúgv saman í Gullbrandsdalinum í Noregi.
Tveir bilar vóru á brúnni, tá hendingin fór fram, men báðir førararnir vórðu bjargaðir - annar við einari tyrlu, sum tók førararan upp úr einum lastbili.
Fyri at tryggja sær, at eingin bilur var á brúnni, sum er endaður í ánni, verður leitað í økinum.
Nú verður eisini arbeitt við at finna út av, hví brúgvin fór í knús, og brúgvaserfrøðingar eru á veg á staðið.
- Vit mugu finna út av, hvat tað var, sum hendi. Tá vit vita hetta, mugu vit taka støðu til, hvat vit gera víðari. Tað er ov tíðliga at hugsa um hetta nú.
Tað sigur deildarstjórin fyri samferðslu í fylkiskommununi, Aud Riseng, sum leggur aftrat, at hendingin verður tikin í ógvuliga stórum álvara, tí hetta er nakað, sum avgjørt ikki skal henda.
Í samrøðu við Verdens Gang vísir hann á, at hetta er ein lutfalsliga nýggj brúgv, men enn er ov tíðliga at siga, hví brúgvin fór í knús.
Brúgvin stóð liðug í 2012 og kom í staðin fyri eina gamla brúgv, sum var frá 1895. Gamla brúgvin hevði bara eina koyribreyt.
Nýggja brúgvin varð bygd úr límtræi og hevði líknandi konstruktión sum ein onnur brúgv í Noregi, sum fór í knús í 2016.
Verdens Gang veit at siga, at tað eru 11 aðrar brýr í Noregi, sum eru bygdar úr límtræi.
Tá brúgvin brotnaði í 2016, stongdi Statens Vegvesen aðrar brýr av slagnum, meðan kanningar vórðu gjørdar.
Eftir kanningarnar, mælti norska Vegdirektoratet til, at júst henda brúgvin, sum nú fór í knús, varð styrkt - ikki tí, at nakað varð staðfest at vera galið við henni, men meira fyri at styrkja hana enn betur.
Deildarstjórin í fylkiskommununi, Aud Riseng, sigur við Verdens Gang, at eftirlit varð gjørt av júst hesi brúnni í fjør, og hesar kanningar vístu, at alt var í lagi við brúnni.
##med2##