Kongressin boðar frá endaligari frágreiðing um álopið

Tann síðsta frágreiðingin um álopið á Kongressina í USA kemur 19. ella 21. desember, siga keldur

 

Tað sær út sum, at serliga nevndin í Kongressini, sum kannar álopið móti The Capitol-bygninginum 6. januar í 2021 í USA, er um at vera liðug við arbeiði sítt.

Keldur siga fyri amerikanska miðlinum NBC News, at seinasta frágreiðingin hjá nevndini kemur 19. desember. Tvær keldur halda tó, at frágreiðingin ikki kemur fyrr enn tveir dagar seinni, 21. desember.

Málið snýr seg um 6. januar í fjør, tá táverandi varaforsetin, Mike Pence, fór í Kongressina fyri at bera boðini um, at demokraturin Joe Biden hevði vunnið á Donald Trump á forsetavalinum í 2020.

Kongressin er í bygninginum The Capitol.

Har hevði ein stórur skari av illum Donald Trump viðhaldsfólkið savnað seg. Mótmælisfólkið var eins og Trump sannført um, at forsetavalið 202 var merkt av valsviki.

Tann rætti forsetin var Donald Trump, hildu tey.

Mótmælini endaðu í harðligum samanstoytum við løgregluna, og fleiri fólk doyðu í sambandi við mótmælini, har Donald Trump viðhaldsfólk endaðu við at bróta inn í The Capitol.

Síðani eru fleiri týðandi persónar frá ytsta amerikanska høgraveinginum dømdir fyri samansvørjing og fyri at gera uppreistur.

/ritzau/Reuters