Størsti hondbóltsmiðilin í Íslandi, handbolti.is skrivar, at Dánjal Ragnarsson gevst í ÍBV.
Dánjal kom til Vestmannaoyggjarnar undan kappingini í 2021, og hevur sostatt spælt við ÍBV í hálvttriðja ár.
Hetta kappingarárið hevur Dánjal skotið 14 mál í 12 dystum.
Saman við Janusi Dam Djurhuus gjørdist Dánjal íslendskur meistari farna kappingarár. Farna kappingarár skoraði Dánjal 42 mál í 18 dystum, sambært handbolti.is.
Harumframt hevur Dánjal eisini havt spennandi avbjóðingar í European Cup saman við ÍBV.
Seinasti dysturin hjá Dánjali við ÍBV verður móti Víkingi Reykjavík á heimavølli úti í Heimey komandi leygardag klokkan 15.20.