Farstóttarnevndin hevur nú havt fund um koronu, og eitt úrslit av tí er, tíðin, fólk skulu vera í sóttarhaldi, verður stytt. Tað hevur verið 10 dagar, men nú verður tað stytt niður í eina viku, ella sjey dagar.
Hetta merkir, at tey, sum eru avbyrgd og hava fingið staðfest korona, og tey, sum eru í sóttarhaldi, tí tey hava verið í sambandi við ein smittaðan persón, framyvir skulu í sóttarhald í 7 dagar.
Tey, sum eru avbyrgd
Hevur tú fingið staðfest korona, skalt tú í sóttarhald í 7 dagar frá sjúkutekini byrja og/ella positivum kanningarúrsliti. Seinastu 48 tímarnir skulu vera uttan sjúkutekin. Tað vil siga, hevur tú ikki havt sjúkutekin 6. og 7. dag av avbyrgingini, sleppur tú úr sóttarhaldinum 8. dagin.
Tey, sum eru í sóttarhaldi
Ert tú ikki fult koppsettur og hevur tú havt beinleiðis samband við ein, sum hevur fingið staðfest korona, verður mælt til, at tú fert í sóttarhald í 7 dagar frá seinastu kontakt við tann positiva. Mælt verður til, at tú kannar teg 4. og 6. dag. Hevur tú eitt negativt kanningarúrslit frá 6. degi, sleppur tú úr sóttarhaldinum 8. dagin.
Ert tú fult koppsettur og hevur tú havt beinleiðis samband við ein, sum hevur fingið staðfest korona, verður mælt til, at tú ert varin og kannar teg 4. og 6. dag frá seinastu kontakt við tann positiva.
Í løtuni verða allir smittutilburðir, sum koma úr útlandinum, kannir fyri at vita, hvat fyri variant talan er um, serliga fyri at vita um talan er um omikron variantin.
2. lið:
Meðan hesar kanningar eru, setir Landslæknin fleiri persónar í sóttarhald, fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing. Hetta merkir, at øll sum hava verið í beinleiðis samband við tann smittaða persónin – hesir persónar eru 2. lið - verða sett í sóttarhald í 7 dagar – bæði ókoppsett og koppsett.
Persónar í 2. liði verða biðin um at kanna seg fyri korona beinanvegin.
Tá úrslit frá kanningini er greitt, sleppa tey í 2. liði, sum eru koppsett, úr sóttarhaldi, tá staðfest er, at talan ikki er um Omikron fyribrigdið. Ókoppsettir persónar í 2. liði skulu verða í sóttarhaldi í 7 dagar.
3. lið:
Tey, sum hava verið í beinleiðis samband við 2. lið – tað vil siga persónar í 3. liði – verða eisini biðin um at fara í sóttarhald í 7 dagar – bæði ókoppsett og koppsett.
Persónar í 3. liði sleppa úr sóttarhaldi, um teirra samband úr 2. liði fær eitt negativt kanningarúrslit.