Hósdagin klokkan 17 skriva KÍ og NSÍ søgu við at vera fyrstu føroysku liðini sum spæla dyst í nýggju evropeisku kappingini, Europa Conference League.
Bæði liðini byrja á útivølli. KÍ spælir móti RFS í Riga í Lettlandi og NSÍ spælir móti Honka úr Finnlandi.
Bulgarski, Nikola Popov skal døma dystin millum RFS og KÍ, meðan Jamie Robinson úr Norðurírlandi skal døma dystin millum Honka og NSÍ.
KÍ fær ein rættiliga royndan altjóða dómara, ið hevur dømt altjóða dystir síðani 2012. Nikola Popov hevur higartil dømt 37 altjóða dystir. Nikola Popov hevur í snitt givið 2,57 gul kort og 0,12 reyð kort pr. dyst.
NSÍ fær hinvegin ein dómara sum hevur fáar altjóða royndir. Jamie Robinson sum bara hevur dømt tveir altjóða dystir. Jamie Robinson hevur givið fýra gul kort í hvørjum altjóða dysti.
Jamie Robinson hevur tó dømt 62 dystir í bestu deildini í Norðurírlandi.