Tað hevur leingi ljóðað, at Turkaland, sum er limur í verjusamgonguni Nato, hevur viljað keypt F-16 stríðsflogfør úr USA. Men, higartil hevur USA ikki viljað selt landinum hesi flogfør.
Leingi hevur Turkaland og forseti landsins, Recep Tayyip Erdoğan, ligið í buktini fyri svenskum limaskapi í Nato.
Svøríki og Finnland søktu samstundis um at gerast limir í verjusamgonguni, og hetta varð ikki langt eftir, at Russland var lopið á Ukraina.
Finnland hevur nú verið Nato-limaland nummar 31 í nakrar mánaðir, men enn hevur tað ikki eydnast Svøríki at fáa limaskap. Tað er nevniliga ein avtala millum Nato-lond, at skal felagsskapurin víðkast, skulu øll limalondini geva sítt samtykki til tað.
Í vikuni hevur turkiska tjóðartingið samtykt, at Svøríki kann gerast limur í Nato, og turkiski forsetin hevur undirskrivað samtyktina.
Recep Tayyip Erdoğan hevur annars malið, sum hundur um heitan greyt í hesum máli, men flestu hava vitað, at hann hevur viljað fingið lyfti úr USA um at sleppa at keypa F-16 stríðsflogfør afturfyri.
Og tað sleppur hann eftir øllum at døma áðrenn langt umlíður.
Leiðarin í uttanríkisnevndini í amerikanska senatinum sigur sambært útlendskum miðlum í dag, at hann tekur undir við at selja Turkalandi F-16 stríðsflogfør, og hann ásannar eisini, at hetta hevur verið ein partur av limaskapsavtaluni um Svøríki.
Nú bendir so alt á, at eisini Turkaland fær høvi at ogna sær amerikansk F-16 stríðsflogfør.