Tað er Kristvør Kolden, sum rekur virksemið við súkklubátunum í Skopun, og tað eru Vestpack og Skopunar kommuna, sum hava stuðlað verkætlanini. Á Norðaravatni var í sínari tíð vanligt at rógva við flakum, men her eru eingir flakar í dag.
- Súkklubátarnir eru vælegnaðir til familjur, sum hava hug at gera okkurt øðrvísi, men teir eru sjálvandi eisini ætlaðir vaksnum, sum vilja gera ein romantiskan túr og síggja kvøldarsólina lækka.
Kristvør Kolden hevur tríggjar súkklubátar liggjandi á lága lendinum við vatnið. Bátarnir eru ketaðir saman, og tí er eingin vandi fyri, at børn einsamøll flota teir.
- Hetta koyrir eitt sindur av sær sjálvum. Fólk ringja ella senda sms, og so fáa tey at vita, hvar tey fáa lykil og bjargingarvestar, sigur hon.
Hvør bátur ber umleið 350 kilo. Teir eru soleiðis væl egnaðir til tvey vaksin og tvey ella trý børn, um børnini ikki eru ov stór, og tað kostar 200 krónur um tíman at leiga ein bát.
- Tað eru bæði fólk í Sandoynni og fólk, sum koma í oynna at ferðast, ið leiga bátarnar, og tað er eitt krav, at onkur vaksin er við. Tey, sum leiga bátarnar, hava eisini ábyrgdina av trygdini, leggur Kristvør Kolden aftrat.