Nú skal støða takast til um børn niður í fimm ár, eisini skulu koppsetast fyri koronu. Higartil er tað so, at aldursmarkið fyri at verða koppsett fyri koronu, er 12 ár, men nú er koppingarevnið frá Pfizer, sum vit brúka, eisini góðkent til børn niður í fimm ár. Í Danmark fóru tey undir at koppseta tey børnini niður í fimm ár seinasta vikuskiftið og nú skal støða takast til, um tað skal gerast í Føroyum eisini.
Higartil hava myndugleikarnir sagt, at á hesum øki fylgja vit mannagongdunum í Danmark og tað fara vit helst eisini at gera í hesum føri.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum hevur fingið eitt tilmælið frá umsitingini í heilsumálaráðnum um at eisini vit skulu koppseta tey 5 til 11 ára gomlu børnini fyri koronu. Men Tummas í Garði sigur, at málið skal nú til umrøðu í koppsetingarbólkinum og har verða eisini barnalæknarnir á Landssjúkrahúsinum boðsendir á fund at siga sína hugsan.
Men tá ið hendan skipanin er sett í gildið í Danmrk, væntar Tummas í Garði, at tað verður bara ein avgreiðsluspurningur at fáa hetta sett í verk í Føroyum eisini. Men hann ásannar samstundis, at hetta er eitt serligt mál. Tá ið vit koppseta børn, hevur tað altíð verið fyri at verja tey sjálvi. Men í hesum føri er støðan tann, at nú skulu børnini koppsetast fyri at verja tey gomlu, og veiku.
Sjálvi verða smábørn ómetaliga sjálvdan serliga sjúk at korona, so tá ið mælt verður til at koppseta tey, er tað í samfelagsins tænastu. Orsøkin til, at mælt verður til at koppseta børn, er, at tað er í stóran mun tey sum dríva smittuna runt í samfelagnum, og sum smitta onnur. Sostatt er tað fyri samfelasins besta, at tey skulu koppsetast og tað reisir nakrar øðrvísi, etiskar spurningar, ásannar Tummas í Garði.