Málmunurin bjargaði Brandi og liðfeløgunum uppflytingardystin

Tað stóð á gomlum nøglum hjá Brandi H. Olsen og liðfeløgunum í Helsingborg í seinasta leikumfarinum í dag

Tað stóð á gomlum nøglum hjá Brandi H. Olsen og liðfeløgunum í Helsingborg í seinasta leikumfarinum í næstbestu svensku fótbóltsdeildini í dag.

 

Undan seinasta leikumfarinum í dag høvdu Värnamo og Sundsvall tryggjað sær uppflyting til bestu fótbóltsdeildina.

 

Kapprenningin var millum Helsingborg og Norrby um at tryggja sær triðja plássið, ið gevur upp- og niðurflytingardystir móti triðaftasta liðnum í bestu fótbóltsdeildini. 

 

Tað mundi gingið galið hjá Helsingborg. Tá 29 minuttir vóru farnir var Helsingborg aftanfyri 0-2 á heimavølli móti Västerås, ið einki hevði at spæla fyri, men tað kann ofta vera mesta vandamikið at møta slíkum liðum. Aftanfyri 0-2 í steðginum gjørdi venjarin, Jörgen Lennartsson fýra skiftingar undan seinna hálvleiki, og tað munaði.

 

Tað gekk tó næstan ein hálvur tími av seinna hálvleiki áðrenn Charlie Weberg minkaði um munin til 1-2. Tá 84 minuttir vóru farnir fekk Helsingborg brotsspark, og tað setti málrevurin, Anthony van den Hurk í netið til 2-2 til mikla frøi fyri heimaáskoðarnar. Talan var um mál nummar 17 hjá Anthony van den Hurk hetta kappingarárið. 

 

Um somu tíð kom Norrby á odda 2-1 móti Värnamo, og hevði Helsingborg ikki javnað til 2-2 hevði Norrby tryggjað sær triðja plássið, og harvið upp- og niðurflytingardystir. 

 

Bæði Helsingborg og Norrby endaðu á 48 stigum. Helsingborg hevur munandi betri málmun við pluss 18. Norrby hevur bara pluss átta, og tað gjørdist avgerandi munurin í kapprenningini um triðja plássið. 

 

Nú bíða tveir upp- og niðurflytingardystir hjá Helsingborg móti antin Halmstad ella Degerfors úr bestu deildini. Tað verður ein torfør, men ikki ógjørlig uppgáva.