Nøkur undrunarverd deyðsføll hava verið á sjúkrahúsinum, har russiski Putin-andstøðingurin varð innlagdur.

 

 

Útlendskir miðlar skriva, at yvirlæknin, Alexandr Murakhovskij, sum starvast á einum sjúkrahúsi í russiska býnum,  Omsk, er saknaður. Hetta er læknin, sum viðgjørdi Putin-atstøðingin, Aleksej Navalnyj, eftir at hann varð vorðin eitraður og seinni endaði á sjúkrahúsi í Týsklandi.

 

Nú skriva útlendskir miðlar, at yvirlæknin sambært russisku tíðindastovuni Tass ikki er komin afturíaftur eftir ein veiðitúr, og tað er keldur hjá løgregluni, sum bera hesi tíðindi. Sagt verður, at Alexandr Murakhovskij fór úr veiðismáttuni leygardagin á einum ATV'ara leygardagin.

 

Eftir at yvirlæknin ikki kom afturíaftur, og kenningar hjá honum høvdu leitað í eitt samdøgur uttan at finna mannin, settu tey seg í samband við løgregluna. Løgreglan sigur, at leitingin eftir yvirlæknanum er trupul í umhvørvinum, har hann hugsandi er horvin.

 

Tass veit at siga, at løgreglan skal hava funnið eitt flutningstól, men at her er eingin persónur, og at nú verður leitað við bæði dronum og tyrlu eftir Alexandr Murakhovskij. Miðlarnir skriva, at tá Aleksej Navalnyj brádliga gjørdist sjúkur á einari flogferð úr Sibir til Moskva, lendi flogfarið í Omsk.

 

Síðan varð andstøðingurin fluttur til sjúkrahúsið, har yvirlæknin, sum nú er saknaður, stóð fyri leiðsluni. Tað fekk altjóða uppmerksemi, at yvirlæknin segði, at Aleksej Navalnyj leið av einari stoffskiftissjúku. Sum skilst, hevur andstøðingurin lagt yvirlæknan undir at vera løntur fyri at sjúkugreina hann á henda hátt.

 

Miðlarnir skriva, at Alexandr Murakhovskij í november í fjør varð settur sum heilsuleiðari í Omsk-regiónini fyri hansara "góðu handfaring" av Aleksej Navalnyj. CNN veit at siga, at í februar mánaði í ár doyði yvirlæknin, Sergey Maximishin, á sama sjúkrahúsi, eins og ein annar lækni á sama sjúkrahúsi doyði í mars í ár.