Deco avsannar Chelsea-sáttmála

Fjølmiðlar í Spania og Onglandi hava seinastu tíðina skrivað nógv um, at portugisiski miðvallarin Deco skal skifta úr Barcelona til Chelsea at spæla. Róð hevur verið fram undir, at avtalan er gjørd millum partarnar, men tað avsannar høvuðspersónurin sjálvur.

- Eg havi ikki skrivað undir nakað við Chelsea, sigur Deco.

Landsliðsvenjarin hjá Portugal, Luis Felipe Scolari, verður nýggjur venjari í Chelsea eftir summarsteðgin.