Føroyingar, sum leita sær í býin komandi vikuskiftið, kunnu fáa sær eitt forkunnugt tónleikaupplivilsi Tað, sum ger Decco Band so sermerkt er, at bólkurin spælir kendan, vælumtóktan tónleik, men ger sína egnu útseting av hesum tónleiki. Tónleikararnir í bólkinum eru serstakliga væl fyri tónleikaliga, og sangarin hevur ein ráan og feitan stíl, sum klæðir tónleikinum sera væl.
Bólkurin var einaferð boðsendur til Irak at framføra fyri 10.000 hermonnum, og riggaði hendan ferðin avbera væl ? hóast ljóðanleggið næstan bráðnaði í tí nógva hitanum.
Um lesarin hevur hug at fáa eina smakkiroynd uppá tónleikin hjá Decco Band, kann viðkomandi leita sær inn á www.deccoband.dk ? her ber til at taka niður klipp av tónleikinum hjá Decco Band. Bólkurin framførir í Rex fríggjakvøldið og leygarkvøldið.