Leygardagin fekk 16-ára gamli Mattias Weihe Joensen debut fyri besta liðið hjá B36. Nú hevur hann eisini fingið sáttmála við felagið.
- Mattias hevur í fleiri ár víst seg sum ein av okkara betru ungu spælarum, og móti TB seinasta leygardag fekk hann sínar fyrstu minuttir á besta liðnum. Mattias kann røkja flestu plássini sentralt og til vinstru, og kropsliga styrkin er eisini heilt góð, skrivar heimasíðan hjá B36.
##med2##
Fótbóltsáhugin og evnini koma ikki av ongum. Hann er sonur Jákup Matin Joensen, sum er venjari hjá EB/Streymi og sjálvur spældi nógv í bestu deildin fyri feløg sum EB/Streymur, B36 og AB. Hann hevur eisini havt Jákup á Borg, sum nú er venjari hjá besta liðnum hjá B36, sum ungdómsvenjara.
- Eg hevði gott nokk ikki væntað, at tá eg saman við øðrum trenaði lítla Mattias sum 6-7 ára gamlan, at eg nógv ár seinni skuldi geva dreinginum debut sum 16 ára gamal. Mattias hevur arbeitt hart, verið eyðmjúkur og trenað nógv, segði Jákup á Borg eftir dystin móti TB.
B36 spælir í kvøld móti KÍ í landskappingini. Dysturin verður í Klaksvík og byrjar klokkan 19. FM1 sigur frá dystinum.
##ms##