Debess Blues Station á konsertferð í Íslandi

Í hesum døgum er tónleikabólkurin Debess Blues Station, sum er mannaður av Una Debess, Edvardi Nyholm Debess og Rúna Wolfang Højgaard á konsertferð í Íslandi. Bólkurin skal spæla tríggjar konsertir: eina í Ríkisútvarpinum, eina í Grindavík og so í Reykjavík. Tað verður eisini arbeitt vid at fáa eitt betri samband við festivalar og spælistøð fyri at fáa fleiri konsertir í framtíðini.

 

Debess Blues Station hevur síðani 2010, tá bólkurin gav út fløgu og eina DvD, spælt nógvar konsertir bæði i Føroyum og uttanlands, og vónandi verða teir eisini at hoyra her heima í summar.

 

Hetta upplýsir bólkurin í tíðindaskrivi í dag.

 

Hoyr og sjá Debess Blues Station her:

 

www.youtube.com/watch