Debes skoraði trý mál í fýra minuttir

Við trivaligum sigri á útivølli lyfti NSÍ seg fram á bronsuplássið

Tá ið seks minuttir vóru farnir inni í Dal seinnapartin, var NSÍ frammanfyri 3-0, og tá ið elivu minuttir vóru farnir var B71 aftanfyri 4-0! So fótaði heimaliðið sær betri, hálvleiksstøðan var 4-2, og tá ið dómarin bríkslaði síðstu ferð, hevði NSÍ vunnið 6-2.

Úrslitið ber við sær, at teir næstbestu hjá NSÍ nú eru á triðja plássi við 30 stigum – eitt stig frammanfyri FC Suðuroy - meðan B71 er næstaftast við sjey stigum.

 

Stóri maðurin fyrstu løtuna var NSÍ liðformaðurin Debes Danielsen, sum brúkti fýra minuttir at skora hattrikk. Tað man vera fram ímóti at vera met, og tað man vera sjáldan, at tað er komið, at ein spælari hevur skorað hattrikk, tá ið seks minuttir eru farnir.

 

Eftir at Mórits Heini Mortensen í ellivta minutti hevði økt til 4-0, fótaði heimaliðið sær betri. Tá ið hálvur tími var farin minkaði Ibrahima Camara um munin, og tveir minuttir seinni umsetti hann brotsspark til mál.

 

Tá var eitt sindur av spenningi í, og hann helt sær, inntil ein lítil tími var farin. Tá økti Hans Marius Davidsen um munin til 5-2, og í síðsta minutti staðfesti Jann Benjaminsen tennisúrslitið 6-2 til NSÍ.