Nógv uppskot komu inn til, hvør skuldi kjósast sum ársins føroyingur í tiltaki, sum Sosialurin hevur skipiað fyri. Men eitt navn bleiv við at ganga aftur í mongu uppskotunum, og tað var Debes H. Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Debes H. Christiansen gjørdist heimskendur í Føroyum, tá ið hann fann fram til, at man kundi brúka somu skipan, ið man brúkti til at kanna virus í alivinnuni, til at kanna fólk fyri korona við nøkrum fáum tillagingum. Hetta hevði við sær, at vit í Føroyum skjótt fingu sett eina skipan í gongd, har tað bar til at kanna eina rúgvu av føroyingum hvønn einasta dag fyri korona og hava svar tókt longu dagin eftir. Hetta hevur óivað verið ein av høvuðsorsøkunum til, at vit í Føroyum hava staðið okkum so væl í stríðnum móti korona.
Í nýggjársblaðnum hjá Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum kring landið, er stór samrøða við Debes, og har ber eitt nú til at lesa, hvat hann væntar sær av 2021 sæð við korona-brillum.
Blaðið er somuleiðis á tremur við ymsum tilfari, sum lýsir tær størstu hendingarnar her heima í 2020 innan bæði samfelagsviðurskifti, ítrótt og alt møguligt annað.