Venjarin hjá Manchester United, niðurlendski Louis van Gaal, vísir ikki aftur, at David de Gea møguliga endar við at spæla fótbólt í Madrid, tá ið flytingarvindeygað er latið aftur.
- Vit eru í einari støðu, sum ikki er haldbar fyri felagið, de Gea ella nýggja felagið, ið hann kanska skiftir til, sigur Louis van Gaal sambært Sky Sports.
Nýggja felagið, sum van Gaal sipar til, er óivað Real Madrid, ið helst ætlar sær ein nýggjan málverja eftir, at Iker Casillas steðgaði í felagnum.
Van Gaal ásannar eisini, at nýggi málverjin, sum United hevur keypt, Sergio Romero, er blivin keyptur, tí at tað er væl møguligt, at de Gea endar við at skifta.
- Skuldi tað hent seg, at de Gea skiftir, so eri eg sannførdur um, at Sergio Romero kann yvirtaka málmansembætið í felagnum, sigur van Gaal víðari.
David de Gea hevur spælt við Manchester United síðani 2011. Tá skifti hann úr barndómsfelagi sínum, Atletico Madrid. Nú er spurningurin so, um de Gea endar við at umboða arvafíggindarnar hjá Atletico, Real Madrid.









