DBU stórt hall

Danska fótbóltssambandið hevði stórt hall í seinasta roknskaparári. Heilar 14,1 millión krónur vóru í halli, og DBU sigur, at orsøkin er, at fótbóltssambandið hevur lagt nógva orku í talentmenning, og harafturat eru minni inntøkur frá landsliðnum, tí úrslitini hava ikki verið nóg góð. - Bara dysturin ímóti Íslandi gav eina millión krónur minni í inntøkum, tí vit ikki longur kundu spæla okkum víðari til endaspælið, sigur DBU í frágreiðing til roknskapin.