Russiski Nikolay Daydenko megnaði akkurát at koma við í endakappingina hjá ATP World Tour tennis. Hann tapti eisini fyrsta dystin í bólkaspælinum, men síðani hevur hann ikki verið til at steðga. Lykilin til hálvfinaluna var sigurin á Rafael Nadal, og í hálvfinaluni sendi hann sjálvan Roger Federer úr kappingini, og í finaluni vann hann tryggan 6-3, 6-4 sigur á Juan Martin Del Potro, sum fyrr í ár vann US-Open.










