Tað var filmurin Terminal hjá Dávur Djurhuus, sum vann ársins Geyta á filmskvøldinum í Norðurlandahúsinum í kvøld
Filmurin er tikin upp í London, og er søgugongdin fer fram í og úr einum bussi. Filmurin varar 10 minuttir.
– Ungi leikstjórin hevur góðar møguleikar at gera seg galdandi á altjóða filmsfestivalum, segði dómsnevndin millum annað í grundgevingunum fyri at geva honum heiðurin.
Ungi filmsleikstjórin takkaði fyri heiðurin.
– Eg veit ikki, um eg havi tað uppiborið. Tað heldur salurin so ikki, segði hann speiskliga - uttan iva við tilsiping til, at salurin júst hevði kosið filmin Munsch til áskoðaravirðislønina.
– Nei eg veit ikki, her vóru so nógv ótrúliga nógv flott verk, sum vísa Føroya fólki – og politikarum, at tað er framtíð í føroyskari filmsvinnu og høgt støði hjá fólkunum, sum starvat í filmsvinnuni.
Saman við heiðrinum fekk Dávur Djurhuus ein kekk upp á 25.000 krónur.