Dávur basti Torkil

Dávur Magnussen vann á fjórða degnum í Volvo Kring Føroyar

Torkil Veyhe hevur verið í einum klassa fyri seg sjálvan í ársins Volvo Kring Føroyar kkaping. Súkklarin hevur vunnið tær fyrstu tríggjar etappurnar, og liggur væl fyri at vinna samlaðu kappingina.


So tá súkklararnir í gjár fóru á land á Krambatanga, tyktist spurningurin mestsum at vera, um nakar mundi kunna taka kampin upp við oddamannin.


Súkklararnir byrjaðu á Tvøroyri, súkklaðu allan vegin suður til Sumbiar, og so norður aftur til Effo støðina á Tvøroyri, har málstrikan var.


Heimasíðan hjá Tórshavnar súkklufelag skrivar, at Dávur Magnussen legði hart fyri, og longu tá hann var komin til Øravíkarskarð, lá hann í útbroti frammanfyri restina av feltinum. Langt er úr Øravík til Sumbiar, men tað var ikki fyrr enn miðskeiðis í teininum, tá vent varð í Sumba og leiðin gekk niðan um Hestin, at nakrir súkklarar fingu Dáva aftur.


Ikki óvæntað, so var tað nú serliga Torkil Veyhe, ið hevði fingið Dáva aftur, og vildi geva honum ein kamp um fyrsta plássið. Teir báðir súkklararnir fylgdust úr Lopra og norður aftur á Tvøroyri, men tá avtornaði, so megnaði Dávur Magnussen at halda fast um leiðsluna, og rulla fyrstur um málstrikuna á Tvøroyri.


Sostatt megnaði Dávur Magnussen sum tann fyrsti súkklarin í ársins Volvo Kring Føroyar at vinna á Torkil Veyhe. Dagsins sigur var eyka søtur fyri Dáva, tí umframt at verða fyrstur á mál, vann hann eisini fjallakappingina.


Fimti og seinasti dagur í Volvo Kring Føroyar byrjar í morgin, tá kappast verður í høvuðsstaðarøkinum.


Byrjað verður við Wenzel í Havn, ið eisini verður málið.