FÓTBÓLTUR
Spania fekk í gjár eina dreymabyrjan, tá ið teir vunnu heili 4-1 á Russlandi á Tivoli Neu leikvøllinum í Innsbrück. Russiska liðið var mannað við leikarum frá heimligu deildini, og hóast teir til tíðir vístu gott spæl, so var spanska liðið ov sterkt til teirra. David Villa skeyt reint hattrikk innan 75min., áðrenn Roman Pavlyuchenko minkaði um munin til 3-1 í 86. minutti. Innskifti Cesc Fabregas staðfesti tó sigurin í yvirtíðini, tá ið hann skoraði til endaliga úrslitið, sum harvið gjørdist 4-1.
Gav Torres málið
Eftir triðja málið rann David Villa beinleiðis út á spanska útskiftarabeinkin, har hann hálsfevndi útskifta Fernando Torres.
- Tað hevur verið nógv tosað um spælistílin hjá Torres, og um hann burdi verið við ella ikki. Hetta kjak hoyrir ongastaðni heima, og tí vildi eg tilætlað honum triðja málið. Hann átti jú eisini stóran lut í mínum báðum fyrstu málum, segði David Villa við spanska blaðið Marca eftir dystin.
Umbiðin harri
David Villa hevur heilt frá sínum ungu árum verið ein málrevur, og sum 18 ára gamal fekk hann gjøgnumbrot í fulltíðar fótbólti. Fyrstu árini, sum hann leikti við Sporting de Gijón, gjørdi hann rættiliga um seg, og náddi at skora bæði 18 og 20 mál hvørt kappingarár, áðrenn hann skifti til Real Zaragoza við somu eydnu. Í 2005 keypti Valencia hann fyri góðar 80 mió. kr., og hetta hevur víst seg at verið eitt frálíkt innkeyp. Hann hevur skorað 58 mál í 101 dystum fyri Valencia, og hetta hevur skapt ein stóran eftirspurning eftir honum.
Tað er lítið sannlíkt, at hann verður verandi í Valencia eftir summarsteðgin, og Real Madrid, Barcelona og Chelsea hava øll verið áhugað í honum. Keldur vilja vera við, at hann longu hevur gjørt avtalu við Real Madrid, og hendan vil verða almannakunngjørd eftir EM.
- Lygn!” sigur forsetin í Valencia, Agustin Morera, sum sigur seg vera fúsan til at halda upp á vandamikla áleyparan, sum við sínum 26 árum framvegis hevur framtíðina fyri sær.