David Nielsen til Start

Tað var eftir øllum at døma bara samráðingartaktikkur, tá ið ítróttarstjórin í Start nú um dagarnar segði við norsku pressuna, at felagið hevði ikki ráð at gera sáttmála við danska álopsspælaran David Nielsen. Nú báðar felagið frá, at tað er komið ásamt við David Nielsen um ein sáttmála, sum skal varða í trý og eitt hálvt ár. David Nielsen hevur áður verið liðfelagi hjá Toda Jónsson í FCK, og seinastu tíðina hevur hann spælt fyri FC Midtjylland. David Nielsen er tøkur hjá Start frá 1. juli í ár.