Venjarin hjá Manchester United er ein kroystur maður fyri tíðina. Tað gongur illa í Premier League, har liðið um vikuskiftið tapti heili 3-0 fyri Liverpool. Liðið er úti av FA Cup og Liga Cup.
Í kvøld er seinasti møguleikin hjá David Moyes, at halda lív í vónini um at vinna nakað í ár. Manchester United skal í 1/8-finaluni í Champions League royna at venda einum 2-0 tapi í fyrra dystinum móti Olympiakos úr Grikkalandi.
- Fyri meg er Manchester United heimsins størsta felag. Tað kennist kanska ikki so í dag, men tað er tað. Og tað kemur tað at verða aftur, sigur David Moyes, sum eftirhondini er ein kroystur maður.
Søgurnar úr Onglandi siga, at leiðslan í Manchester United fyri fyrstu ferð hevur umhugsað framtíðina hjá David Moyes, eftir at liðið sunnudagin tapti greitt fyri Liverpool á heimvølli.
David Moyes gjørdi ein seks ára sáttmála við Manchester United, tá hann tók við undan kappingarbyrjan. Sjálvur tvíheldur skotin um, at hann er tryggur í starvinum.
- Mín framtíð er einki broytt. Eg havi eitt fantastiskt arbeiði og eg veit hvar vit skulu. Hetta hevur ikki verið júst tað kappingarið vit høvdu ynskt, men eg havi eina ætlan, ið verður sett í verk til røttu tíð, sigur David Moyes á tíðindafundi undan dystinum í kvøld.
Lítið av spenningi í Dortmund
Ein annar dystur verður eisini í Champions League í kvøld. Borussia Dortmund tekur móti Zenit úr Russlandi. Borussia Dortmund vann fyrra dystin 4-2. Sostatt skal Zenit skjóta minst trý í kvøld um teir skulu hava nakran møguleika.
Borussia Dortmund kom í finaluna í fjør, og hevur sína styrki í skjóta álopsspælinum. Tað er heldur óhugsandi, at Zenit í kvøld kemur at leggja trýst á heimaliðið uttan at blíva revsað í hinum endanum.
Bayern Munchen, Barcelona, Atletico Madrid, Chelsea, Real Madrid og Paris Saint-Germain eru longu víðari til fjórðingsfinaluna. Í kvøld verður so avgjørt hvørji tvey tey seinastu liðini verða, sum skulu verða í pottinum til lutakastið til fjórðingsfinalurnar.
Champions League 1/8 finalur:
Manchester United (0) – (2) Olympiakos (19.45)
Borussia Dortmund (4) – (2) Zenit (19.45)