David Moyes ákærdur

Enska fótbóltssambandið hevur ákært venjaran hjá Manchester United fyri óhøviskar viðmerkingar um dómara

Nýggi venjarin hjá Manchester United hevur verið fyri nógvum atfinningum, nú Manchester United liggur á sjeynda plássið í Premier League. Hann hevur fleiri ferðir gramt seg um dømingar, og nú hevur enska fótbóltsambandið sett fram kæru.

 

Tað var eftir fyrru hálvfinaluna í Carling Cup, sum Manchester United tapti 2-1 fyri Sunderland, at David Moys helt fyri, at hansara lið má spæla móti bæði mótstøðuspælarunum og dómarunum.

 

Hetta kom eftir, at David Moyes var ónøgdur við dømingina í samband við bæði málini, sum Sunderland fekk. Hann vísti samstundis til eina støðu í Premier League dystinum móti Tottenham, har hann helt at Manchester United átti brotsspark. Ein dystur, sum Manchester United eisini tapti.

 

Tað er sambært enska fótbóltssambandinum revsivert at sáa iva um gegnið hjá einum dómara. Hendan reglugerðin er eisini galdandi í Føroyum.

 

Fyri kortum fekk Brendan Rogers, venjari hjá Liverpool, eina ávaring og eina bót á áleið 75.000 krónur fyri líknandi ákærur. Mett verður, at revsingin verður áleið tann sama um David Moyes viðgongur ákærurnar.

Í drúgvari grein á Dailymail, har tosað hevur verið við fleiri fólk kring Manchester United, verður avsannað, at hópurin er í upploysn. Millum annað hevur verið ført fram, at Robin van Persie og David Moyes ikki kunnu saman. Hetta verður millum annað avsannað í greinini, sum tó nevnir, at sambært keldum, so stríðast ávísir royndir spælarar ikki eins nógv nú, sum tá Sir Alex Ferguson var venjari.

 

Eisini verður ført fram, at tað er ivasamt um felagið keypir nakran spælara í vetur, tí flestu av spælarunum, sum felagið vil hava, ikki eru tøkir á keypsmarknaðinum. Her kunnu nevnast menn sum Marco Reus úr Borussia Dortmund, og Koke úr Atletico Madrid. Báðir eru umboða feløg, sum eru komin víðari í Champions League.


Manchester United skal seinni í dag spæla móti Swansea í Premier League.

 

Premier League um vikuskiftið:

Í dag (leygardagin):

Hull – Chelsea (12.45)

Cardiff – West Ham (15.00)

Everton – Norwich (15.00)

Fulham – Sunderland (15.00)

Southampton – WBA (15.00)

Tottenham – Crystal Palace (15.00)

Manchester United – Swansea (17.30)

 

Í morgin:

Newcastle – Manchester City (14.05)

Stoke – Liverpool (16.10)

 

Mánadagin:

Aston Villa – Arsenal (20.00)