Norðurírar hava gjørt tað ótrúliga gott ímóti teimumum stóru londunum á heimavølli í EM-undankappingini. Á Windsor Park hava teir vunnið 3-2 á Spania, 2-1 á Svøríki og nú 2-1 á Danmark. Tann norðurírin, sum hevur gjørt tað allarbest, er áleyparin David Healy. Í hesi undankappingini hevur Healy skotið heili 13 mál. Gamla metið átti kroatiska legendan Davor Suker við 12 málum. BBC bar uppá mál, at tað hevur nívt Suker at skulu missa metið til ein áleypara úr einum lítlum landi, sum hevur spælt við Leeds United í lægri enskum deildum. Healy fekk sigursmálið 10 minuttir fyri tíð, haraftrat hevði hann onkra naska roynd, sum kundi givið eitt mál. David Healy hevur skotið 33 mál í 61 landsdystum fyri Norðurírland. Og tað er norðurírskt met!