Ein av feløgunum og kappingarneytunum hjá Toda Jónsson í FCK álopinum hevur nú gjørt sáttmála við annað felag.
David Nielsen hevur, síðani Roy Hodgson kom til FCK, havt sera ilt við at gera seg galdandi. Hann hevur onkra hendinga ferðina, tá fleiri av hinum álopsmonnunum hava verið skaddir ella leikbannaðir, verið við frá fyrsta bríksli. Annars hevur hann onkra ferðina verið á beinkinum, og fleiri ferðir hevur hann als ikki verið í 1. liðs hópinum.
Nú hava David Nielsen og FCK funnið eina loysn, sum hevur við sær, at David Nielsen fær nýggjar avbjóðingar at fáa fótbóltsspælið aftur á kósina.
Í fyrradagin boðaði FCK frá, at ein leiguavtala er gjørd við eingilska felagið Grimsby Town FC. Liðið er í næstbestu deildini. Sáttmálin er galdandi frá nú av og fram til síðst í januar. David Nielsen hevur vant saman við nýggju liðfeløgunum síðani mikudagin. Tað er møguleiki fyri, at hann verður á Grimsby liðnum í morgin. Tá skulu teir spæla landskappingardyst ímóti Huddersfield. Grimsby stríðist fyri at sleppa burturúr niðurflytingarhóttanini. Teir hava í níggju dystum bara skorað fýra mál.











